Á vinnudeildini skulu setast ein løgfrøðingur í fast starv og ein løgfrøðingur, búskaparfrøðingur ella líknandi í tíðaravmarkað starv til 30. september 2019.
Í uttanríkistænastuni skal setast eitt starvsfólk við kandidatútbúgving í t.d. diplomati, løgfrøði, samfelagsfrøði, búskaparfrøði ella líknandi.
Vinnudeildin
Størvini
Arbeiðið fevnir m.a. um
- at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir / vinnu- og virkisbúskaparligar greiningar
- at luttaka í og leiða verkætlanir
- at ráðgeva landsstýrismanninum
- at samskifta við og stuðla stovnum undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Vit bjóða áhugaverd, fjølbroytt og avbjóðandi størv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Størvini eru krevjandi, og onkuntíð er neyðugt at taka tøk, tá á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi og hava nógv samskifti úteftir.
Førleikakrøv
Umsøkjarar til fasta starvið skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni (cand.jur.). Umsøkjarar til tíðaravmarkaða starvið skulu hava løgfrøðiliga, búskaparliga ella líknandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.
Vit vænta, at tú hevur:
- góð samstarvsevni
- góð analytisk evni og politiskt tev
- góð evni at samskifta bæði í skrift og talu, og
- ert tænastuhugað/ur og fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Umsøkjarar, sum hava royndir frá almennari ella privatari fyrisiting, kunnu hava fyrimun.
Uttanríkistænastan
Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um
- at samskifta við útlendskar myndugleikar
- at fyrireika og luttaka í altjóða samstarvi
- at luttaka í samráðingum
- at ráðgeva landsstýrismanninum
Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og onkuntíð er neyðugt at taka tøk, tá á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi og starvið hevur við sær nakað av ferðing uttanlands.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá hægri lærustovni í t.d. diplomati, løgfrøði, samfelagsfrøði, búskaparfrøði ella tílíkt.
Vit vænta at tú hevur
- góð samstarvsevni
- góð analytisk evni og politiskt tev
- góð evni at samskifta bæði í skrift og talu, og
- ert tænastuhugað/ur og fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Umsøkjarar skulu hava diplomatiskan sans og evni at hugsa strategiskt og duga at samskifta á ymiskum stigum. Tað kann vera fyrimunur, at umsøkjarar hava innlit í almenna fyrisiting og uttanríkisøkið. Umsøkjarar skulu duga væl at skriva og vera stinnir í føroyskum og í enskum. Kunnleiki til onnur viðkomandi fremmandamál kann vera ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2018.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett frá 1. desember ella skjótast til ber. Nærri upplýsingar um størvini á vinnudeildini fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, deildarstjóra, tlf. 556076. Upplýsingar um starvið í uttanríkistænastuni fáast við at venda sær til Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóra, tlf. 556106.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinnudeildin skal tryggja góðar og stimbrandi karmar fyri føroyskt vinnulív og hevur ábyrgdina av vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, útlendingamál, integrasjón, ferðavinna, gistingarhús- og matstovuvinna, loftferðsla, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djórvælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur. Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og partafeløgum: Føroya Tele, Atlantic Airways, Vága Floghavn, Visit Faroe Islands, Posta, Fiskaaling, Rúsdrekkasølu Landsins, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Útlendingastovuni, Skráseting Føroya, Kappingeftirlitinum, Posteftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Vinnuframa og Framtak.
Uttanríkistænastan røkir føroysk áhugamál úti í heimi. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamtarv, undir hesum handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv, m.a. norðurlandamál og arktiskt samstarv, tjóðarbranding, menningarsamstarv, neyðhjálp, protokoll, altjóðarætt, útflutningsframa og konsularviðurskifti. Harafturat varðar uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum sum IMO, FAO, UNESCO, NEAFC, NAFO, NASCO, IWC, NAMMCO, Arktiska Ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn og Moskva eru partur av uttanríkistænastuni.