21.06.2016 · Umhvørvismálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi í tíðaravmarkað starv

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi í tíðaravmarkað starv

Søkt verður eftir løgfrøðingi, fyri løgfrøðing sum fer í farloyvi 1. august 2016.

Arbeiðsøki
Høvuðsuppgávurnar eru at arbeiða við at fyrireika:

  • Lógaruppskot
  • Kunngerðir, og
  • Málsviðgerð innan málsøkini hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni t.d. cand.jur.

Vit vænta, at

  • Tú hevur royndir frá arbeiði innan løgfrøði og málsviðgerð
  • Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og tala á føroyskum

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi.

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv og verður sett frá 1. august 2016 ella skjótast tilber til 30. apríl 2017. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu verða Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2016.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett 1. august. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, tlf. 306600.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

  • Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, og ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. Hann umsitir alimál, einkarætt, ferðavinnu, handilsmál, integrasjónsmál, jarðfrøði, kolvetni, kunningartøkni, merki, mynstur, norðurlandamál, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg, og vinnumál
  • Stovnar undir ráðnum: Vinnustovnurin, Brúkaraumboðið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið og Rúsdrekkasøla landsins. Harumframt eru almennu partafeløgini P/F Føroya Tele, P/F Posta, P/F Atlantic Airways, P/F Fiskaaling og P/F Visit Faroe Islands.