23.01.2015 · Umhvørvismálaráðið

Útlendingamál: meta um kostnað og avleiðingar av yvirtøku

Nú verður mett um, hvussu dýrt tað verður fyri landskassan, og hvørjar avleiðingarnar kunnu verða av at fremja eina møguliga yvirtøku av útlendingamálum

- Allar yvirtøkur kosta krónur og oyru, og soleiðis er eisini í hesum máli. Nú mugu vit vita, hvat ið veruligi kostnaðurin er av at fremja eina møguliga yvirtøku av útlendingamálum, og so skal greiða eisini fáast á, hvaðani pengarnir skulu koma.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, sum hevur avrátt við løgmálaráðharran, Mette Frederiksen, at fáa eina meting av, hvussu dýrt tað verður fyri landskassan, um útlendingamál møguliga verða yvirtikin.

Løgmálaráðið er í gongd við at gera kostnaðarmetingina, og væntandi verður hon liðug skjótt, møguliga longu í hesum mánaðinum.

Ein møgulig yvirtøka av útlendingamálum hongur óloysiliga saman við spurninginum um, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroyingar í mun til Schengen-konventiónina, ið snýr seg um marknaeftirlit og møguleikan at ferðast frítt um landamørk í Europa.

Løgmálaráðið kannar henda sera umráðandi spurning, men danska stjórnin ynskir eina samlaða loysn fyri Føroyar og Grønland á hesum øki, og tað fer ætlandi at taka tíð.

- Nú skulu vit hava fulla greiðu á øllum ivamálum, og ongin yvirtøka verður gjørd í óðum verkum. Alt skal á borðið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.