Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur borið uppskotið um at hækka arbeiðsloysisstuðulin í Løgtingið.
Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur – upp í 18.500 krónur um mánaðin.
- Skipanin hevur havt vaksandi avlop á hvørjum ári síðan 2014, og stýrið fyri ALS heldur nú, at fíggjarligu umstøðurnar eru so góðar, at hetta er ráðiligt, sigur landsstýrismaðurin.
Í 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 mió. kr. Stýrið fyri ALS metir, at fíggjarførið er nú so gott, at skipanin kann standa ímóti einari búskaparligari afturgongd.
Útgjaldið úr Arbeiðsloysisskipanini er annars ikki broytt síðan 2012.
Í sama viðfangi verður ALS-gjaldið lækkað úr 1,25% niður í 1%. Tann broytingin verður lýst í kunngerð.
Lógaruppskotið um at hækka arbeiðsloysisstuðulin kann lesast her.