06.10.2008 · Umhvørvismálaráðið

Útflutningur av seyðaskinnum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag avgjørt at broyta Kunngerð nr. 99 frá 20. november 2006 um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna.

Galdandi kunngerð ásetur, at hjáframleiðsla úr djórum, sum ikki er ætlað til matna – í hesum føri seyðaskinn – bert kann fara fram undir djóralæknaeftirliti. Henda áseting er ein avleiðing av veterineru avtaluni millum Føroyar og ES, sum gevur fiski og fiskavørum úr Føroyum serligar útflutningstreytir til ES-marknaðin.  
 
Broytingin útsetir gildiskomuna fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum stava frá øðrum djórum enn fiski, t.e. føroyskum húsdjórum (neytum, seyði, rossum, flogfenaði o.s.fr.) frá 1. januar 2008 til 1. januar 2009.
 
Broyting merkir, at vinnan fær eitt longt skotbrá at laga virksemi sítt til nýggju fortreytirnar, samstundis sum Vinnumálaráðið – saman við vinnuni – fær møguleika at arbeiða við eini varandi loysn á málinum um útflutning av føroyskum seyðaskinnum.