19.03.2009 · Umhvørvismálaráðið
Útflutningskredittur og endurtrygging til føroyskar fyritøkur eru nú virkin
Nú fáa føroyskar útflutningsfyritøkur atgongd til útflutningskreditt og endurtrygging, ið eru skipanir hjá Eksport Kredit Fonden. Í fyrsta umfari fevnir skipanin um útflutning til 88 lond uttan fyri OECD, og í løtuni eru samráðingar við ES-nevndina um at víðka skipanina til at fevna um eina røð av ES- og OECD-londum
Fyrradagin, tann 17. mars 2009, gjørdist møguligt hjá føroyskum fyritøkum at søkja um útflutningskredit og at gera avtalur um endurtrygging gjøgnum skipanir hjá Eksport Kredit Fonden. Sostatt skuldi verið munandi lættari hjá t.d. fiskaútflytarum at fingið vørur sínar avsettar uttanlands.
- Tað er sera positivt, at føroyskar fyritøkur nú kunnu fáa lán og endurtrygging. Vónandi verður hetta ein hjálp, nú fíggjar- og búskaparkreppan ger tað trupult at fáa atgongd til útflutningskreditt og endurtrygging á vanligan hátt, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann heitir á føroyskar útflutningsfyritøkur um at brúka skipanina, so greiða fæst á, hvussu hon virkar í verki.
Í fyrsta umfari fevnir skipanin um útflutning til 88 lond uttan fyri OECD, og í løtuni eru samráðingar við ES-nevndina um at víðka skipanina til at fevna um eina røð av ES- og OECD-lond.
- Vónandi letur skipanin upp aftur dyr, ið hava verið læstar. Men tað er týðandi at minnast til, at lán og endurtrygging frá Eksport Kredit Fonden ikki er nakar gandastavur. Skipanin megnar sjálvandi ikki at økja eftirspurningin, og hon ber heldur ikki í sær, at fyritøkur, ið hava mist kredittvirðið, fáa tað aftur, sigur landsstýrismaðurin.
Orsakað av heimsfevnandi fíggjarkreppuni veita bankar og fyritøkur ikki í sama mun sum áður útflutningskreditt, tvs. útflutningslán og -trygd. T.d. hava fiskaútflytarar trupult við at avseta vørur sínar uttanlands, tí trygd kann ikki veitast fyri, at útflutningsfyritøkan veruliga fær pening fyri vøruna, eftir at hon er avskipað.
Jóhan Dahl undirstrikar, at hetta úrslitið vísir, at samstarvið við donsku stjórnina, samstarvsfelagarnar í búskapar- og vinnumálaráðnum og Eksport Kredit Fonden virkar væl.
Fyritøkur, ið vilja søkja um útflutningskreditt ella endurtrygging, fáa fleiri upplýsingar og umsøknarbløð á heimasíðuni hjá Eksport Kredit Fonden, ið eitur www.ekf.dk.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 306600.