Uppskot um náttúrumargfeldislóg verður lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku
Náttúrumargfeldislógin (ella Náttúruverndarlógin, sum hon nú fer at eita) verður løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvismálum.
Talan hevur verið um ein tungan burð sum byrjaði við, at uppskot um náttúrumargfeldi varð lagt fyri løgtingið í farna valskeiði.
“Tað uppskotið fekk kaldliga móttøku í løgtinginum, og kom ikki út aftur úr rættarnevndini. Ikki minst millum núverandi samgonguflokkar vóru nógvar atfinningar móti pørtum av uppskotinum, tó at breið semja var um, at Føroyar skulu hava eina náttúruverndarlóg” sigur Helgi Abrahamsen. “Tí hevur tað verið ein stór uppgáva hjá núverandi landsstýri at tillaga uppskotið, soleiðis at tað hevur politiska undirtøku,” sigur hann.
Uppskotið er broytt í samráð við samgonguumboð í rættarnevndini
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur umrøtt málið um náttúruverndarlóg á fundi við samgonguumboðini í rættarnevndini. Á fundinum varð greitt frá upprunaskotinum og hvørjar møguligar tillagingar kundu gerast. Samgonguumboðini hava millum annað ført fram, at tey hildu upprunauppskotið vera í so víðfevnt, at lóggávuhátturin í støðum tyktist fremmandur, at málið var heldur torskilt, og at ov nógvar óítøkiligar ásetingar vóru í uppskotinum. Landsstýrismaðurin hevur síðani tillagað uppskotið samsvarandi hesum.
Lógin um náttúruvernd kemur í staðin fyri stóran part av galdandi náttúrufriðingarlóg, sum er frá 1970.