Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um integratión til hoyringar.
Í Føroyum er eingin integratiónslóg, og talan er sostatt um nýggja lóggávu. Talið av tilflytarum í Føroyum økist støðugt, og tí veksur tørvurin á væl skipaðari integratión eisini. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og normar í føroyska samfelagnum. Lógin skal stuðla undir, at tilflytarum verður tryggjað høvi at gerast partur av politiskum, fíggjarligum, arbeiðsmarknaðarligum, sosialum og mentanarligum sambondum.
Lógin skal eisini tryggja, at hvør einstakur tilflytari er kunnaður um treytir, krøv og møguleikar, sum eru galdandi í samfelagnum. Ætlanin er at seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarar hava víst í verki, at teir vilja vera partur av føroyska samfelagnum. Hesar treytir verða ásettar í útlendingalógini, men um tað skal bera til at seta slíkar treytir, má eitt hóskandi integratióstilboð eisini vera tøkt. Í fyrstu atløgu gevur lógin tí myndugleikum heimildir at seta í verk, fremja og fíggja integratiónsfremjandi tiltøk og átøk, m.a. undirvísing í Føroyskum sum annaðmál, sum Mentamálaráðið hevur ment og sett í verk.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, fegnast um, at uppskotið nú verður sent til almenna hoyring: “Nógvir útlendingar flyta til Føroya við tí endamáli at verða verandi og skapa sær ein gerandisdag í Føroyum, og tá er umráðandi at samfelagið sum heild er til reiðar at taka ímóti teimum. Tað liggur tískil stór ábyrgd ikki bara á myndugleikunum, men eisini hvørjum einstøkum borgara her í landinum at gera sítt til, at integratiónin eydnast væl. Integratiónslógin er eitt týðandi stig á hesi leið.”
Uppskotið er sent einum breiðum skara av felagsskapum, myndugleikum, feløgum, áhugafelagsskapum og øðrum, og endamálið er at røkka so nógvum sum gjørligt, tí væl eydnað integratión hevur týdning fyri øll. Tað ber til at lesa uppskotið á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum: www.uvmr.fo. Viðmerkingar skulu sendast Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á uvmr@uvmr.fo. Freistin at gera viðmerkingar er sett til 25. januar 2022.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. desember 2021.
sí: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-integrationslog-til-hoyringar/