Arbeiðið at standa fyri søluni av P/f Postverk Føroya er nú boðið út á almenna Keypsportalinum.
Løgtingið hevur samtykt at heimila landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðnum at selja partapeningin í P/f Postverk Føroya, og í sambandi við søluna er tørvur á einum ráðgeva at stýra sølutilgongdini.
Søluráðgevin skal millum annað ráðgeva um yvirskipaða projektleiðslu og samskipan, kortleggja møguligar keyparar og greina strategisk atlit. Eisini skal løgfrøðilig ráðgeving veitast, eitt nú at fyriskipa søluavtalu, undir hesum ráðgeving um veitingarskyldu, fastogn, leigusáttmála og annað.
Tilgongdin at einskilja P/f Postverk Føroya verður fyrireikað og skipað eftir leiðreglunum hjá landsstýrinum um at einskilja fyritøkur landsins. Sí meira um leiðreglurnar her.
Lesið meira um útbjóðingina av ráðgeving í samband við sølu av P/f Postverk Føroya her.
Freistin at lata inn tilboð er 6. mai 2019 klokkan 12.00.
Tilboðini skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og vinnumálaráðið á uvmr@uvmr.fo.