08.06.2008 · Umhvørvismálaráðið

Undirsjóvartunlarnir viðgjørdir í samgonguni

Undirsjóvartunlarnir viðgjørdir í samgonguni

Samgongan viðgjørdi í gjár eitt upplegg frá Vinnumálaráðnum um Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin.

- Arbeiðssetningurin hjá mær hevur verið at finna útav, um til ber at fíggja hesar stóru verkætlanir á ein slíkan hátt, at tær ikki ávirka møguleikan hjá okkum at gera íløgur í skúlar, mentan, gransking og heilsuverk, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum.
 
Tveir tunlar fyri ein
Í stuttum gongur uppleggið út uppá at gera báðar tunlarnar sum eina felags verkætlan.
 
50 milliónir krónur verða settar av á fíggjarlógini í 10 ár. Hetta er nøkulunda tann upphædd, ið nýtt hevur verið til undirsjóvartunlar seinastu árini. Fyri til samans 500 milliónir ber til at røkka hesum málum: 
 
- Tveir nýggjar undirsjóvartunlar - virði 1650 milliónir
- Nýggjan veg/tunnil – virði 200 milliónir (avleiddar verkætlanir til Eysturoyartunnilin)
- Nærri málinum at knýta landið alt saman
- Hava samstundis ráð at gera aðrar átrokandi íløgur í útbúgving, gransking, mentan, heilsu- og almannaverk.
- Byggja tunlarnar eftir einum búskaparliga forsvarligum leisti, har vit ikki taka størri váða á landið    enn neyðugt, og varðveita kredittvirði landsins
 
Eftir uppskotinum verður Eysturoyartunnilin gjørdur fyrst, og farið verður síðani undir Sandoyartunnilin.
 
- Tað er einfalt at skilja argumentið um, at rættast er at byggja tunnil fyrst til eitt øki, har einki fast samband er. Tá vit kortini mæla til nevndu loysnina er orsøkin tann, at tað undir verandi búskaparstøðu er sera trupult at fáa fíggjað Sandoyartunnilin. Eysturoyartunnilin er hin vegin ein íløga, ið ber seg sera væl. Verður hann gjørdur fyrst, hava vit inntøkurnar frá hesum tunli at gera víðari íløgurnar við, sigur Bjørt Samuelsen.
 
Skal Sandoyartunnilin fíggjast á fíggjarlógini, krevur tað, at 175 milliónir krónur verða settar av árliga í 4 ár. Hetta verður ikki mett gjørligt, tí tað fer at forða fyri øðrum átrokandi íløgum.
Inntøkurnar frá Sandoyartunnlinum verða mettar til so lágar, at tær neyvan røkka til rakstur – ikki til rentur og avdrøg. Skal Sandoyartunnilin fíggjast eftir leistinum uppá 10 ár, mugu í minsta lagi 80 milliónir setast av árliga á Fíggjarlógini, og restin fíggjast við láni. Hetta fer at gera Sandoyartunnilin munandi dýrari enn um báðir tunlarnir verða gjørdir í felags verkætlan.
 
- Við tilmæltu loysnini koma eysturoyingar ikki at gjalda meira, enn teir annars høvdu gjørt. Munurin er einans, at tey, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, koma at gjalda til samfelagsíløgur í staðin fyri til eitt privat felag, sigur landsstýriskvinnan.
 
Ein bólkur við umboðum frá teimum trimum samgonguflokkunum fer nú at arbeiða víðari við uppskotinum, saman við landsstýriskvinnuni í vinnumálum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
 
Landsstýriskvinnan í vinnumálum fer eisini í næstum at seta eina nevnd at endurskoða fíggingina av samlaða samferðslukervinum í landinum, so atlit verða tikin til samfelagsbúskap, umhvørvi, økismenning og samhaldsfasta fígging.