01.06.2010 · Umhvørvismálaráðið

Umskipan av stovnum innan sjóvinnuøki

Skipaeftirlitið og Føroya Skipaskráseting/FAS løgd saman í ein stovn

Í dag, 1. juni 2010, eru Skipaeftirlitið og Føroya Skipaskráseting/FAS løgd saman í ein stovn. Við hesum verður sjóvinnufyrisitingin savnað og styrkt fyri at tryggja, at hon er á einum høgum umsitingarligum og fakligum støði og tess vegna før fyri at møta teimum alsamt vaksandi avbjóðingunum innan sjóvinnu og trygd á sjónum.

Endamálið við at leggja stovnarnar saman er í fyrstu atløgu at samskipa virksemið á sjóvinnuøkinum, umframt at tað við umskipanini slepst undan dupultum virksemi innan leiðslu, journal, edv og bókhald.
Samanlagdi stovnurin hevur ábyrgdina av skráseting og góðkenning av manningar- og trygdarviðurskiftum á teimum 46 skipunum í FAS og heili 574 í heimliga skipaflotanum, umframt gott 2000 smábátum í Farskránni.
Stjóri á samanlagda stovninum verður Tommy Petersen, meðan Vilhjálmur Gregoriussen fer at hava dagligu leiðsluna av tí partinum, sum í dag liggur hjá Skipaeftirlitinum. Umframt hesar báðar, starvast 15 fólk á stovninum.
Samanleggingin fer ikki at nerva brúkaran, tí Skipaeftirlitið húsast framvegis í Miðvági og Skipaskrásetingin/FAS á Skálatrøð, eins og telefon og avgreiðsla er óbroytt.