Umrøtt handilssamstarvið millum Føroyar og Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið
Í gjár hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ilya Shestakov, fiskimálaráðharra Russlands, á fundi í Skt. Pætursborg, har landsstýrismaðurin tók lut í ali- og fiskivinnuráðstevnu, ið Shestakov var vertur fyri.
Á fundinum umrøddu partarnir samstarvið landanna millum og mál hesum viðvíkjandi, harímillum handilssamstarvið millum Føroyar og Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið, ið Russland er partur av.
Landsstýrismaðurin umrøddi eisini fiskivinnumál við russiska ráðharran, vegna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Shestakov, ið vitjaði í Føroyum í juni mánað, nýtti høvi at takka fyri blíðskapin, ið honum varð sýndur í Føroyum.
(Mynd: Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, og Ilya Shestakov, fiskimálaráðharri Russlands.)