Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og japanski uttanríkisráðharran, Taro Kono, hittust í gjár á fundi í Reykjavík. Á fundinum umrøddu teir handilsviðurskiftini landanna millum, og serliga tilgongdina fram ímóti einum fríhandilssáttmála millum Japan og Føroyar, ið Taro Kono og Poul Michelsen samdust um á fundi í Tokyo í februar í ár.
Poul Michelsen og Taro Kono vóru í Reykjavík til stóru ráðstevnuna, Arctic Circle, har báðir taldust millum høvuðsrøðarnar til setanina fríggjamorgunin.
Taro Kono gjørdist uttanríkisráðharri í Japan í august 2017. Nakað frammanundan – í mai 2017, var hann sum tingmaður á stuttari vitjan í Føroyum saman við japanskari tingnevnd.