03.09.2024 · Umhvørvismálaráðið

Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv í Umhvørvismálaráðnum við setan skjótast til ber.

Umhvørvismálaráðið er ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. 

Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Starvið

Arbeiðið fevnir m.a. um

·       at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir

·       at ráðgeva landsstýriskvinnuni og leiðsluni

·       at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í heimligum og altjóða høpi

·       at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvismálaráðnum

Megin arbeiðsøkini verða arbeiðsmarknaðarøkið umframt náttúru- og umhvørvisøkið.

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk, tá ið á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.

 Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.

Vit vænta, at tú

·       hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev

·       hevur góð samstarvsevni

·       arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt

·       hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

·       ert tænastusinnað/-ur og fleksibul

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.

 Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsóknarfreist

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 22. septembur 2024.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á pole@umhvorvi.fo ella á tlf. 556076.