Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv í Umhvørvismálaráðnum við setan frá 15. august ella skjótast til ber.
Umhvørvismálaráðið er nýtt ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.
Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.
Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um
- at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
- at ráðgeva landsstýriskvinnuni og leiðsluni
- at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í heimligum og altjóða høpi
- at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvismálaráðnum
Neyvu arbeiðsøkini verða avtalað við leiðsluna við støði í tørvi og førleikum.
Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk, tá ið á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.
Vit vænta, at tú
- hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev
- hevur góð samstarvsevni
- arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- ert tænastusinnað/-ur og fleksibul
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknarfreist
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2023 kl. 12:00.
Starvið verður sett frá 15. august 2023 ella skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á pole@umhvorvi.fo ella á tlf. 556076.