02.12.2019 · Umhvørvismálaráðið

Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir orkufulltrúa

Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir orkufulltrúa

Søkt verður eftir fulltrúa til Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Fulltrúin fer serliga at arbeiða við veðurlagsmálum, orkupolitikki og grønum orkuskifti, men skal tó eisini kunna luttaka í øðrum uppgávum í ráðnum.

Arbeiðsøki

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at ráðgeva landsstýrismanninum innan orkuøkið, gera uppskot til og luttaka í verkætlanum innan orku og veðurlag, gera uppskot til røður og framløgur, svara fyrispurningum frá borgarum og miðlum og aðra vanliga málsviðgerð í ráðnum.

Arbeitt verður við eitt nú liberalisering av elmarknaðinum, reglum fyri orkuveiting í nýggjum húsum, veðurlagspolitikki, orkuskifti innan tað almenna og uppskotum til skipanir, ið skulu stimbra til orkugóðan atburð.

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla.

Umsøkjarar við útbúgving og royndum innan orkuøkið, breiðari samfelagsvitan og kunnleika til almennu fyrisitingina hava fyrimun.

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:
• hevur góð samstarvsevni
• hevur góð greiningarevni
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga
• hevur politiskt tev
• dugir at skipa størri og smærri verkætlanir
• er tænastuhugaður og fleksibul, miðvísur og arbeiðir eins væl sjálvstøðugt og saman við øðrum

Umsókn

Umsókn við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast til uvmr@uvmr.fo, og skulu verða Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. desember 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráð og stovnar, ið vísa til teirra.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, á telefon 558090 ella við at skriva til uvmr@uvmr.fo

Í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum starvast tilsamans 18 fólk.

Nærri kunning um Umhvørvis- og vinnumálaráðið er at finna á heimasíðuni www.uvmr.fo