31.03.2011 · Umhvørvismálaráðið

Um tyrluflúgving eftir 1. apríl 2011


31. desember 2010 gekk fimm-ára sáttmálin við Atlantic Airways um tyrluflúgving (útoyggjaflúgving) út. Samstundis gekk tíggju-ára sáttmálin millum Fiskimálaráðið og Atlantsflog um tyrlutilbúgving út.

Sáttmálarnir hava báðir verið mest sum óbroyttir í áramálinum, sjálvt um viður¬skiftini og fortreytirnar hava verið nógv broyttar hesi ár. Eitt nú átti Føroya lands¬stýri aðra tyrluna, tá sáttmálin tók við, meðan Atlantsflog eigur nú tvær tyrlur, ið betur hóska til flúgvingina her hjá okkum. Kortini lýkur hvørgin teirra tey herdu krøv, ið mugu verða sett, og ein uppstiging av tyrlunum er ikki kostnaðarleys og tekur tíð.

Tað eydnaðist ikki at koma á mál at fáa ein nýggjan sáttmála upp á pláss, sum fevnir um báðar flúgvingarnar, í fíggjarlógini fyri 2011, og tí hevur verið roynt at hildið somu tyrlutænastu uppi fyrsta ársfjórðing og í hesum sama tíðarskeiðið at finna eina ávegis framtíðar loysn og fígging fyri henni.

Nú 31. mars má ásannast, at hetta ikki hevur eydnast, og tí má roknast við skerdari útoyggjaflúgving tað restina er av árinum og meðan roynt verður at finna fram til trygga framtíðar loysn.

Strandferðslan fer nú at taka upp samráðingar við Útoyggjafelagið og onnur, sum hava áhuga í útoyggjaflúgvingini, so tvørleikar og ampar av einari  skerjing í verandi ferðaætlan og tænastu frá 1. mai at rokna verða minst møguligir.

Johan Dahl,
landsstýrismaður