06.10.2008 · Umhvørvismálaráðið

Um russiska innflutningsbannið av føroyskum fiski og fiskavørum

Í sambandi við russiska innflutningsbannið av føroyskum fiski og fiskavørum, sum tók við 1. september 2008, hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, í dag sent russiska starvsfelaga sínum, Alexei Gordeyev, landbúnaðarmálaráðharra, skriv um støðuna.

Landsstýrismaðurin hevur tikið hetta stig, tí hóast áhaldandi hevur verið roynt at loysa málið frá føroyskari síðu, hevur hetta enn ikki borið á mál.
 
Í skrivinum heitir landsstýrismaðurin á russiska landbúnaðarmálaráðharran um at bera so í bandi, at innflutningsbannið verður útsett, soleiðis at føroysk virki hava møguleikan at laga virksemi sítt til broyttu fortreytirnar. Samstundis eru russisku eftirlitsmyndugleikarnir bodnir til Føroya á nýggja eftirlitsvitjan, til tess at váttan kann fáast fyri, at føroysk framleiðsla lýkur settu treytirnar.