22.08.2014 · Umhvørvismálaráðið

Tveir landsstýrismenn vitja land í framgongd

Tveir landsstýrismenn vitja land í framgongd

- Vitjanin í Álandi vísir eitt land í framgond, ið bæði hevur fyrimunir og vansar av sínum ES-limaskapi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum í dag endar vitjan sína í Álandi saman við Jakob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum

 Tveir landsstýrismenn - Johan Dahl í vinnumálum og Jakob Vestergaard í fiskivinnumálum - hava í tríggjar dagar verið á felags vitjan í Álandi.

Vitjanin, sum byrjaði mikudagin, endar í dag. Endamálið við vitjanini er at fáa og geva innlit í álendska og føroyska samfelagið og at knýta nýggj sterk bond millum londini, ið bæði eru sjálvstýrandi partur av størri ríkjum.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur:

- Munurin millum Føroyar og Áland er, at tey eru ES-limur, meðan vit í Føroyum standa uttan fyri samveldið og hava tí ikki ta nógv ynsktu fríu marknaðaratgongdina til 500 milliónir brúkarar, ið hevði kunnað lyft føroyskt vinnulív og inntjeningina til Føroya upp í heilt nýggjar hæddir.

- Hinvegin hava vit í Føroyum størri politiskt sjálvræði innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum, enn Áland hevur í finska ríkinum, og tað er ein fyrimur hjá okkum, sum álendska stjórnin og parlamentið arbeiða fram ímóti eisini at vinna sær.

- Alt í alt hevur vitjanin í Álandi givið okkum eina mynd av einum samfelag, sum er í framgongd vinnuliga, fólkatalsliga og í fólkasamanseting, og nógv er, sum vit kunnu læra av hvørjum øðrum og brúka.

Undir vitjanini vitjaðu teir báðir landsstýrismenninir m.a. fyritøkur innan ymsar vinnugreinar og høvdu samtalur við álendskar politikarar og embætisverk.

Fakta um Áland:

  • 28.649 íbúgvar
  • Mariehamn er høvuðsstaður
  • Er partur av finska ríkinum og hevur verið tað síðani 1917
  • Hevur sjálvstýri frá Finnlandi
  • Er limur í ES saman við Finnlandi, men við undantøkum frá ES-lóggávu
  • Týdningarmesta undantakið er frá skattapolitikkinum hjá ES, sum ber í sær, at álendingar stýra høvuðsvinnuni, sum er Tax Free-ferjuferðslan
  • Arbeiðsloysið er 3,9%
  • Finnland krevur inn skatt og rindar Áland refusión sum ríkisveiting