Sonenevnda tunnilsnevndin lat týsdagin 15. juli løgmanni tilmæli um leist at gera undirsjóvartunlar.
Í stuttum verður mælt til, at tunlarnir báðir verða gjørdir í almennum høpi og eftir einum leisti, har til ber at hava fulla stýring á fíggjarliga eins væl og tøkniliga váðanum.
Tunnlarnir skulu, eins og Vága- og Norðoyatunnilin, skipast í alment partafeløg. Ein árlig upphædd – nevndin mælir til 50 milliónir, verður sett í partafelagið Sandoyartunnilin, soleiðis at spart verður upp sum eina fíggjarliga trygd, áðrenn farið verður undir at bora.
Viðurskiftini kring Sandoyartunnilin skulu lýsast í verklagslóg, ið verður løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Viðvíkjandi Skálafjarðatunnlinum mælir nevndin til, at landsstýriskvinnan fer undir samráðingar við P/F Skálafjarðatunnilin um yvirtøku av felagnum. Tá neyðugar forkanningar og annað fyrireikandi arbeiði er gjørt, verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið.
Tunlarnir verða við hesum gjørdir eftir einum leisti, har til ber at hava fulla stýring á fíggjarliga eins væl og tøkniliga váðanum.
Við øðrum orðum eru tað hesir váðarnir, sum gera av, hvønn tunnil fyrst verður sett á, og hvussu skjótt eftir hetta farast kann undir hin næsta.