Fyri at gera tryggingarvirksemið í LÍV greiðari, og til tess at áseta, hvussu landskassaveðhaldið skal handfarast í sambandi við avhending av tryggingarfelagnum, verður tryggingarvirksemið í felagnum nú skipað av nýggjum
Virksemið hjá P/F Føroya Lívstrygging, LÍV, verður nú umskipað. Hetta verður gjørt sum partur av semju millum LÍV, Vinnumálaráðið og Tryggingareftirlitið.
Endamálið er at gera virksemið greiðari í einum einføldum bygnaði og at áseta, hvussu landskassaveðhaldið skal handfarast í sambandi við avhending av tryggingarfelagnum. Nýskipanin hevur eisini ein týdning roknskaparliga.
Týdningarmest at staðfesta er, at umskipanin onga ávirkan fær fyri tryggingartakarar, og at landskassin framhaldandi stendur við sínar skyldur sum veðhaldari fyri tryggingar, ið eru teknaðar við landskassaveðhaldi.
Í stuttum verður tryggingarvirksemið skipað soleiðis frameftir, at móðirfelagið, P/F Føroya Lívstrygging, fer at virka sum holding- og umsitingarfelag fyri tey bæði dóttirfeløgini, ið vanliga verða nevnd Lív 2 og Lív 3.
Í Lív 2 verður frameftir øll nýtekning av tryggingum saman við øllum tryggingum, ið eru teknaðar á vanligan hátt uttan landskassaveðhald, tvs. eftir ár 2000, tá ið tryggingarvirksemið varð skipað í alment partafelag. Virksemið í hesum felag verður sostatt ikki broytt.
Lív 3 skal umsita gomlu tryggingarnar, tvs. tær ið eru teknaðar fyri ár 2000 eftir gamla leistinum við landskassaveðhaldi. Ongin nýtekning er í hesum felag, sum sostatt formliga heldur uppat at virka sum vanligt tryggingarfelag. Komandi nógvu árini verður Lív 3 avviklað við inngjøldum og útgjøldum við tað, at støðugt færri tryggingartakarar, av náttúrligum orsøkum, vera í felagnum.
Roknskaparliga ber henda nýskipan í sær, at vanligu roknskaparreglurnar í tryggingarlógini um solvens v.m. ikki galda men at aðrar reglur um rakstur av lívstryggingarfelagi verða nýttar - alt undir eftirlitið av Tryggingareftirlitinum.