13.07.2010 · Umhvørvismálaráðið

Tryggingarmarknaðurin er nú latin upp

Føroysk tryggingarfeløg kunnu nú veita skaðatryggingar á danska marknaðinum, og danskar tryggingarfyritøkur í Føroyum

Tryggingarmarknaðurin er nú latin upp
 
Føroysk tryggingarfeløg kunnu nú veita skaðatryggingar á danska marknaðinum, og danskar tryggingarfyritøkur í Føroyum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, vónar, at bæði fyritøkurnar og kundarnir fáa fyrimun av nýggju avtaluni
 
- Vónin er nú, at tryggingarfeløg ikki bert síggja men eisini brúka nýggju avtaluna. Spennandi er eisini at vita, um øll tey, ið keypa tryggingar í Føroyum, fara at fáa fyrimun av øktum dynamikki á marknaðinum. Sum frá líður gerast tryggingar vónandi bíligari.
 
Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at avtalað er gjørd um at lata upp tryggingarmarknaðin.
 
Veita skaðatryggingar um landamørk
Tað eru føroyska Tryggingareftirlitið og danska Fíggjareftirlitið, ið hava gjørt og skrivað undir avtaluna um, at føroysk tryggingarfeløg kunnu veita skaðatryggingartænastur í Danmark og danskar tryggingarfyritøkur í Føroyum.
 
Avtalan ber í sær, at fyritøkurnar kunnu veita tænastuveitingar í londunum hvør hjá øðrum. Nágreiniliga umfatar avtalan skaðatryggingar sambært fylgiskjali 1 í tryggingarlógini.
 
Góðar samráðingar
- Samráðingarnar hava verið góðar, og tað er náttúrligt, at vit í Ríkisfelagsskapinum hava góðar og effektivar samráðingar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
 
Bakgrundin fyri avtaluna er, at landsstýrismaðurin um ársskiftið 2008/2009 heitti á danska starvsbróðir sín um at gera sínamillum tryggingaravtalu. Danski ráðharrin var samdur.
 
Samráðingarnar millum Tryggingareftirlitið og Fíggjareftirlitið vístu, at møguligt er ikki hjá fyritøkunum at stovna dótturfeløg í londunum hjá hvørjum øðrum. Orsøkin er, at Føroyar onga avtalu hevur við ES á hesum øki, og at Danmark er ES-limur.
 
Tí fevnir nýggja avtalan um tænastuveitingar um landamørk.
 
Landsstýrismaðurin sær nýggja sáttmálan sum eina náttúrligt stig, eftir at føroyska tryggingarmonopolið varð avtikið fyri árum síðani.
 
Ætlanin er nú at kanna møguleikarnar fyri at gera líknandi avtalur við Noreg og ES.
 
Fleiri upplýsingar eru at fáa frá Vinnumálaráðnum, tel. 306600.