09.06.2016 · Umhvørvismálaráðið
Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent P/F Fakfelag sum keypara av LÍV
Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent gjørda sáttmálan millum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og fakfeløgini (P/F Fakfelag) um keyp av upp til 50% av partapeninginum í P/F Lív Holding. Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur.
Avhendingardagurin var partanna millum avtalaður til 1. juni 2016, men fyri at fáa øll praktisk og formlig viðurskifti avgreidd við sjálva yvirtøkuna, hava partarnir avrátt, at sjálv avhendingin fer fram hósdagin 1. september 2016, tá P/F Fakfelag og Ognarfelagið Lív fáa síni partabrøv og landskassin avrádda keypspeningin.