02.10.2014 · Umhvørvismálaráðið

Trygdin á sjónum styrkt

Trygdin á sjónum styrkt

Fleiri pengar eru settir av til trygdina á sjónum komandi ár.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 hækkar játtanin til Sjóvinnustýrið. Størsti parturin av øktu játtanini fer til trygdina á sjónum.

-    Tað er eitt stórt framstig, at Sjóvinnustýrið fær eina hægri játtan. Hjá einari sjófarandi tjóð vil trygdin altíð vera í miðdeplinum. Tí fegnist eg um, at fleiri pengar verða settir av til økið. Hetta er avgjørt eitt fet rættan vegin, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Skipaeftirlitið fer komandi ár at gera samstarvsavtalu við Den Maritime Havarikommision. Nýggja samstarvsavtalan fer at hava við sær, at kanningararbeiðið í sambandi við óhapp og vanlukkur á sjónum, verður styrkt.