Fyri Vinnumálaráðið og landsstýrismannin í vinnumálum hevur tað ovurstóran týdning, at ferðafólk trygt kunnu ferðast við strandfaraskipinum Smyrli
Fyri Vinnumálaráðið og landsstýrismannin í vinnumálum hevur tað ovurstóran týdning, at ferðafólk trygt kunnu ferðast við strandfaraskipinum Smyrli.
Vinnumálaráðið hevur týskvøldið 24. november 2009 fingið fráboðan frá Strandfaraskipum Landsins (SSL) um, at strandfaraskipið Smyril hevur havt ávísar tekniskar trupulleikar í Suðuroyðarfirði, men at skipið er komið trygt í havn suðuri á Tvøroyri.
Vinnumálaráðið og SSL eru samd um, at Smyril loysir ikki frá landið aftur, fyrr enn kanningar hava staðfest, hvør orsøkin til tekniska trupulleikan er, og trupulleikin er loystur.
Mikumorgunin 25. november, t.e. í morgin, fara umboð fyri Skipaeftirlitið, Klassan og tekniskir serfrøðingar umborð á Smyril at gera kanningar. Umboð fyri Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin í vinnumálum verða eisini til staðar.
Fyri Vinnumálaráðið og landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur tað ovurstóran týdning, at tekniski trupulleikin á Smyrli verður loystur, so ferðafólk trygt kunnu ferðast við skipinum.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið.