21.01.2011 · Umhvørvismálaráðið
Tríggir áhugaðir keyparar av 50% av partapeninginum í Føroya Lívstrygging.
Tríggir keyparar eru áhugaðir í at keypa 50% av partapeninginum í Føroya Lívstrygging. Hetta varð greitt kl.15.00 í dag tá Vinnumálaráðið hevði móttikið tríggjar fráboðanir um áhuga at keypa 50% av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging.
Tey, sum hava fráboðað áhuga eru:
• TF Holding P/F
• P/F BankNordik
• Norðoya Sparikassi
Ráðgevi Vinnumálaráðsins í søluni, PriceWaterhouseCoopers ehf, Reykjavík, fer nú vegna Vinnumálaráðið at venda sær til áhugaðu partarnar.