08.12.2008 · Umhvørvismálaráðið

Triðja útbjóðingarumfar til leiting av kolvetnum á føroyska landgrunninum

Røða hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í sambandi við handan av loyvum í triðja útbjóðingarumfari til leiting av kolvetnum á føroyska landgrunninum

Vit eru komin saman í sambandi við handan av loyvum í triðja útbjóðingarumfari.

Henda hending er ein laðarsteinur í oljuleitingarsøgu okkara, so man kann tí eisini steðga eitt sindur á og gera sær nakrar tankar um, hvussu hevur gingist, og hvussu útlitini eru.
Hyggja vit fyrst aftureftir, er nógv hent, síðani fyrstu loyvini vórðu latin fyri góðum átta árum síðani. Tað er ikki smávegis av arbeiði og pengum, sum eru – og framvegis verða! – løgd í oljuleiting á landgrunni okkara, og tað hevði ikki verið, um økið ikki er áhugavert.
Lat okkum ikki gloyma tað!
Hóast vit enn ikki hava funnið kolvetni í nóg stórum nøgdum, so eru framstigini rættiliga stór kortini. Vit plagdu at hoyra um basalttrupulleikar í sambandi við bæði innsavning av seismikki og í sambandi við at bora gjøgnum basalt. Her eru munandi framstig gjørd við tí virksemi, sum her hevur verið hesi árini og við tí tøkniligu menning, ið verið hevur. Vit hava tí eftirhondini eina munandi betri mynd og eitt betri forstáilsi av undirgrund okkara, umframt tað, at boring í basalt er ikki tann trupulleikin, sum stúrt varð fyri.
Oljufeløg eru komin og farin. Og soleiðis fer tað helst eisini at verða frameftir. Eg havi góðar vónir um, at undirgrund okkara er so mikið áhugaverd, at tað framhaldandi verða feløg, ið koma at halda áfram at leita. Signalini, vit fáa, vísa, at áhugin avgjørt er til staðar.
Við teimum loyvum, sum í dag eru/verða latin, hava vit 14 loyvi. 6 boringar eru gjørdar, og tann týðandi, - sera týðandi! - staðfesting er gjørd, at kolvetni verða framleidd í undirgrund okkara. Hetta er í stuttum status. 
Hvussu sær so út frameftir?
Tað er ein rættiliga spennandi tíð, ið liggur fyri framman. Við loyvunum, sum verða latin í dag, eru góð útlit til, at vit hava tryggjað leitingarvirksemi 6 ár fram.
Tað kann nógv henda til ta tíð, tí vónandi verða nakrar leitiboringar á skránni næstu árini. Komandi ár verður aftur ein spennandi boring, ið ikki er so langt frá Cambo brunninum, har kolvetni eru staðfest. Hóast vit kanska leggja virksemið mest til merkis, tá boringar eru, so gongur ein ørgrynna av virksemi fyri seg, sum vit ikki leggja so væl til merkis.
Tað er nevniliga arbeiði við at búna loyvini til at gerast búgvin at bora.
Fleiri loyvi nærkast tíðini, at avgerð skal takast, hvørt borast skal. Tíðin kemur at vísa, hvussu nógvar boringar, vit koma at fáa burturúr hesum, men útlitini eru rímiliga góð. Hetta er í loyvum, har boringar ikki vórðu avtalaðar frá byrjan, men har kanningararbeiðið, ið er gjørt síðani, vónandi fer at føra til, at kunnleikin til loyvisøkini er blivin so mikið góður, at feløg gera av at bora royndarbrunnar.
Hetta er í tráð við tankan um, at hava útbjóðingarumfør. Tað umfarið, sum nú er byrjað, skal so vónandi um nøkur ár eisini føra til, at onkrir brunnar verða boraðir á hesum loyvunum. 
So samanumtikið kunnu vit staðfesta, at føroyska økið framhaldandi er áhugavert leitiøki – tað hevur sínar avbjóðingar, gamaní – men eg havi góðar vónir til, at tað stóra kanningararbeiði, ið verður gjørt, fer at føra til, at Føroyar fara at fáa eina munandi inntøkukeldu afturat…. 
  • So er tað loyvini, ið eg fegin vil handa umboðum fyri umsøkjararnar. Tað vóru, sum kunnugt, tríggjar umsóknir, og eg havi avgjørt, at lata øllum trimum umsøkjarunum loyvi eftir tilmæli frá Jarðfeingi.
  • Fyrsta loyvið, er loyvi nr. 15, ið verður latið til GeysirPetroleum einsamøllum. Hetta er eitt minni øki, ið liggur í Hetlandsrennuni 61 km2 , upp at einum loyvi, ið Geysir longu frammanundan hevur saman við Atlantic Petroleum.
  • Næsta loyvið er nr. 16, ið verður latið StatoilHydro saman við Dong, Føroya Kolvetni og Atlantic Petroleum. Hetta er ivaleyst eitt tað størsta loyvisøkið, sum er givið í okkara parti av heiminum 5312 km2.
  • Statoil er fyristøðufelag, og hevur 50% av loyvinum, Dong hevur 30%, og Føroya Kolvetni og Atlantic Petroleum hvør síni 10%. Økið er úti á Fugloyarrygginum, og er rættiliga stórt. Faktiskt er hetta nógv størsta loyvið, ið latið er á føroyska landgrunninum. Og vit skulu kanska leita leingi í hesum parti av verðini at finna so stórt loyvisøki. Við hesum loyvinum flytir leitivirksemið seg rættiliga fitt norðureftir fram við markinum.
  • Triðja og seinasta loyvið er nr 17. Tað fær Føroya Kolvetni einsamalt. Nú flyta vit okkum suðurum og vestureftir. Økið, ið liggur á Bankarygginum, er 1132 km2, og liggur upp at einum verandi loyvi hjá Føroya Kolvetni. Hetta er ein partur av leitiøkinum, ið lítil vitan er um, men er kortini rættiliga spennandi.
Vit ásanna nú, at vit hava økt leitingarøkið við uml. 50% frá góðum 11.ooo km2 til nú við hesum at verða komin omanfyri 17.000 km2.
At the end, I will switch over to English. 
I would like to say thank you to the companies that today have been awarded the new Licenses and hope that this will prove to mutual benefit to your activity and to our society. Without your interest  - as well as of those other license holders on the Faroese Continental Shelf – there would be no exploration here. We realize that.  But we all share the same goal and look forward to a continued good cooperation. From our side we have made terms and conditions clear in the regulative framework and we will do our utmost to play our role in a constructive and positive way. 
By this I will conclude this session. Thank you.