26.09.2015 · Umhvørvismálaráðið

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar eitt vet

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar eitt vet

Hesa vikuna hevur NAFO hildið sín 37. ársfund í Halifax í Kanada.

NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum. Í NAFO luttaka Føroyar saman við Grønlandi undir heitinum Danmark vegna Føroyar og Grønland.

Fimm ár eru liðin síðani toskaveiða aftur varð loyvd á Flemish Kap, og stovnurin verður mettur at vera væl fyri.

Seinastu kanningarnar hava tó víst eina ávísa niðurgongd í tilgongdini og eitt ov høgt veiðitrýst. Mett verður tí, at farast skal varliga fram við umsitingini av stovninum. Av hesi orsøk verður heildarkvotan hildin á nøkulunda sama støði sum í ár.

Samtykt varð, at heildarkvotan skal verða 13.931 tons bæði í 2016 og 2017. At talan varð um eina tvey ára avgerð kemst av, at vísindaráðgevingin var fyri bæði árini.

Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni. Sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons í 2016 og 2017. Tað svarar til eina hækking upp á 31 tons samanborið við kvotuna í ár.

Umframt toskakvotuna hava Føroyar tvær smáar kvotur av svartkalva og kongafiski.

Heildarkvotan fyri svartkalva varð lækkað við 5%. Føroyska kvotan verður sostatt 189 tons. Kongafiskakvotan er 69 tons.

Orsakað av vánaligu støðuni í rækjustovninum á Grand Bank verður heldur ongin veiða loyvd komandi ár. Veiðibannið kom í gildi í 2015, og er galdandi bæði í kanadiskum sjóøkið og í altjóða sjógvi.

Á fundinum gjørdu Føroyar vart við, at hóast ongin fiskiskapur verður, so mótmæla Føroyar framvegis býtið av rækjum á Grand Bank, t.e. NAFO øki 3L.

Veiðibannið fyri rækjuveiðu á Flemish Kap frá 2011 stendur eisini við.

Elin Mortensen úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum var sendileiðari í føroysku sendinevndini. Í sendinevndini vóru harafturat Ulla S. Wang úr Fiskimálaráðnum og Meinhard Gaardlykke úr VØRN.

Meira kann lesast um NAFO her og kvotabýtið sæst her.