Johan Dahl setti tónleikavinnudagin
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setti tónleikavinnudagin, ið er ein av tiltøkunum, sum er partur av Nashville.fo. Tiltakið, sum varð hildið í Sjónleikarahúsinum hóskvøldið 27. august, var sera væl eyðnað.
Á tónleikavinnudegnum vóru teir víðagitnu tónleikararnar Paul Leim, David Hungate, Brent Mason, Paul Franklin, Bryan Sutton, Edgar Struble og John Hobbs á palli og vístu áskoðaranum, hvat skal til fyri at framleiða eitt lag. Hesir tónleikarar hava allir drúgvar royndir og hava spælt saman við eitt nú Dolly Parton, Shania Twain, Faith Hill, Peter Cetera, Cher, Lionel Ritchie og Dianu Ross.
Á palli framleiddu tónleikararnir eitt lag saman við Óla Poulsen og fingu luttakarar tá innlit í, hvussu ein sangur kann mennast frá fyrstu akkordini til eitt fullfloygt lag. Harafturat vóru fyrilestrar hildnir, sum snúðu seg um, hvat skal til fyri at klára seg í tónleikavinnuni.
Røðan, sum Johan Dahl helt, kann takast niður her.