Arbeiðsbólkurin, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur sett at gera tilmæli um og lógaruppskot til tónleikaútflutingsstovu, er farin til verka.
Í bólkinum eru Oyvindur av Skarði úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum (form.) og Alda Joensen úr Mentamálaráðnum, sum bæði vóru við til at orða politikkin fyri skapandi vinnur, Kristian Blak, stjóri í TUTL og nevndarlimur í felagnum Føroysk Tónaskøld, og Fróði Stenberg, altjóða samskipari hjá G! festivalinum, sum eisini hevur góðar arbeiðsroyndir við tónleikaútflutningi úr Føroyum og úr Týsklandi.
Arbeiðssetningur
Bólkurin skal gera tilmæli til skipan av einari eind í føroysku vinnuframaskipanini, ið skal virka fyri at fremja tónleikavinnu, herundir at:
- Gera strategi fyri føroyskan tónleikaútflutning
- Vera tónleikavinnuhús Føroya - samskipa almenn átøk at fremja tónleikavinnu og tónleikaútflutning
- Samstarva við aðrar partar um at menna tónleikavinnu og tónleikaútflutning
Arbeiðsbólkurin skal lýsa, hvussu tilsvarandi stovnar, ið stuðla undir tónleikavinnu og -útflutning, eru skipaðir í londunum kring okkum, og gera ítøkiligt tilmæli til eina hóskandi føroyska skipan.
Tilmæli skal gerast um:
- Endamálsorðing og virksemi
- Formliga skipan
- Førleikar í nevnd og leiðslu
- Fíggjarætlan
- Staðseting
- Uppskot til løgtingslóg