15.11.2012 · Umhvørvismálaráðið

Tiltak um fólkafráflyting á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Fríggjakvøldið 16. november verður almennur fundur við framløgum, pallborði og orðaskifti á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn um fráflytingina úr Føroyum.

Vit gerast færri føroyingar í Føroyum. Fólkafráflytingin er ein tann størsta avbjóðingin, Føroyar hava.

Meginfelag Føroyskra Studenta og Sendistova Føroya í Keypmannahavn skipa saman við ritstjórunum handan bókina "EXIT Føroyar" í hesum sambandi fyri tiltaki um fólkafráflytingina og vantandi tilflytinging. 
 

Á skránni:

  1. Erika Hayfield, vinnumálaráðið, kemur at práta um stóru avbjóðingina við fólkaminking. Erika er forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið landsstýrið hevur sett at finna loysnir, sum kunnu venda fólkaminking til fólkavøkstur, og tí fer hon at greiða frá um arbeiði í arbeiðsbólkinum og hvørji viðurskifti bólkurin leggur áherðslu á.
  2. Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og annar av ritstjórunum í bókini EXIT Føroyar, greiðir frá hvør tann búskaparliga avbjóðingin er, og hví Føroyar í løtuni tapa kappingina, og hvat vit kunnu gera fyri at vinna tað mista aftur.
  3. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur og Ph.D. lesandi, varpar ljós á fólkasamansetingina (demografiina) í Føroyum. Ein avleiðing av fráflytingini er nevniliga, at Føroyar eldast við rúkandi ferð, og at ættarliðið millum 18 og 30 er undirumboðað. Heini er millum høvundarnar í nýggju bókini "EXIT Føroyar".
  4. Sigmundur Ísfeld, sendimaður Føroya í Keypmannahavn, tosar um, hvussu Føroyar sum samfelag í einum altjóðagjørdum heimi má verða kappingarført við at draga fólk til sín, og nemur hann eisini við tjóðarbranding í hesum høpi.

Høgni Reistrup, ritstjóri, er fundarstjóri.
 

Dyrnar lata upp kl 19.00, og kaféin hjá bryggjuni er opin alt kvøldið.