Tilmælið um sjóvinnupolitikk skal slóða fyri menningini av Føroyum sum sjóvinnnutjóð
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hevur í dag fingið handað álitið Sjóvinnupolitikkur 2017, ið er eitt tilmæli um eina maritima strategi fyri Føroyar.
Eftir áheitan frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip setti landsstýrismaðurin í januar 2016 ein arbeiðsbólk at dagføra sjóvinnupolitikkin og orða eina maritima strategi fyri Føroyar, herundir at lýsa fylgjandi tættir:
- Hvussu FAS skipanin framhaldandi kann vera kappingarfør
- Útbúgvingarmøguleikar
- Hvussu fleiri avleiddar vinnur kunnu skapast
Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Sjóvinnustýrinum, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlanum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.
Høvuðsniðurstøðurnar í tilmælinum eru m.a.:
- Reiðarívirksemi, ið er staðsett í Føroyum, skapar størstu virðisøkingina fyri samfelagið. Tí er neyðugt at tryggja, at karmarnir eru kappingarførir bæði fíggjarliga og í dygd, so fleiri fara undir og leggja reiðarívirksemi í Føroyum. Eftirlitsmyndugleikin má hava nøktandi arbeiðsorku, og lóggávan má framhaldandi verða dagførd samsvarandi altjóða krøvum. Føroyar eiga at verða limaðar inn í Paris Mou. Marknaðarføringin av FAS skipanini eigur at verða styrkt, tí tað hevur stóran týdning at fáa fleiri skip inn í skipanina.
- Maritimar útbúgvingar eiga at verða uppraðfestar. Møguleiki eigur m.a. at verða fyri at taka skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar á bachelor stigi, og tað átti at verði farið undir at fyrireika masterútbúgvingar innan sjóvinnu. Miðnámsskúlar og handilsskúlar eiga at bjóða lærugreinir í shipping og logistikki og skipa styttri shipping-útbúgvingar til tey, ið hava miðnám ella skrivstovuútbúgving. Verða fleiri skeið og útbúgvingar boðin út innan maritima økið, fer tað við tíðini at vaksa um áhugan millum fólk at starvast í sjóvinnuni, og at byrja nýtt virksemi innan maritimar vinnur.
- Eitt maritimt forum eigur at verður skipað, har umboð fyri vinnulív og tað almenna samstarva um at koma við tilmælum viðvíkjandi átøkum fyri maritima geiran.
“Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil og shippingland,” sigur Poul Michelsen. ”Skulu vit røkka málinum, er neyðugt við eini yvirskipaðari ætlan, sum fevnir um allar tættir í sjóvinnuni, so sum lógarkarmar, FAS, tænastur, útbúgvingar og marknaðarføring. Tilmælið um sjóvinnu er ein týðandi liður í hesi ætlan. Landsstýrið og Oljuvinnufelagið hava eisini júst kunngjørt eina greining, sum lýsir, hvussu virksemið innan maritimar tænastur kann vaksa. Somuleiðis hava vit fíggjað ein lýsingarfilm, ið skal marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð. Filmurin verður almannakunngjørdur í næstum. Á fíggjarlógini fyri 2016 og 2017 er serstøk játtan til menning og marknaðarføring av Føroyum sum maritimur tænastudepil, og komandi árini verður peningur eisini játtaður til hetta arbeiðið.”