24.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Tilmæli um mannarættindaeind handað

Tilmæli um mannarættindaeind handað

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, hevur í dag 24. mai fingið handað tilmæli um, hvussu ein mannarættindaeind, ella ráð, kann verða skipað í Føroyum.

Føroyar hava seinnu árini fingið viðmerkingar frá ymsu serfrøðinganevndunum hjá Sameindu tjóðum (ST) um, at Føroyar ikki hava ein óheftan eftirlitsstovn á mannarættindaøkinum.

Landsstýrismaðurin setti tí á vári 2016 ein arbeiðsbólk at kanna og koma við tilmæli um, hvussu Føroyar kunnu skipa slíkt óheft eftirlit.

Sambært arbeiðssetninginum skal mannarættindaeindin skipast í samsvari við París-meginreglurnar, sum vóru samtyktar á ST aðalfundi í 1993 og lýsa fyrisettu málini fyri ein landsumfevnandi mannarættindastovn.

Eindin skal fylgja við og gera lýsingar av mannarættindastøðuni í landinum, ráðgeva almennum myndugleikum og samstarva við stovnar, felagsskapir, skúlar, fróðskaparsetur o.s.fr. Sambært arbeiðssetninginum skal eftirlitsskyldan á brekøkinum liggja hjá mannarættindaeindini, og tí verður brekøkið eitt øki, sum eindin skal geva serligan ans. Skipanarliga skal eindin knýtast at einum verandi stovni, fyri at tryggja eitt nøktandi fakligt arbeiðsumhvørvi og skynsaman rakstur.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, Súsanna Nordendal, fulltrúi í Almannamálaráðnum, Gudrun Nolsøe, fulltrúi á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni og Margretha Nónklett, fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Tilmælið kann lesast her.