18.04.2009 · Umhvørvismálaráðið

Tíðindafundur um nýskipanina av ALS-skipanini mánamorgun 20. apríl kl. 9.15

Mánamorgun 20. apríl kl. 9.15 bjóðar landstýrismaðurin í vinnumálum til tíðindafund á Hotel Hafnia um broytingarnar í ALS-skipanini, ið júst eru borðnar í Løgtingið.

Landstýrismaðurin, Johan Dahl, og stjórin á ALS, Ernst Jacobsen, greiða frá broytingunum, sum í veruleikanum eru ein nýskipan av føroysku arbeiðsloysisskipanini.
 
Broytingarnar hava m.a. endamáls at:
 
- Fáa ALS at virka sum eina veruliga tryggingarskipan
 
- Hjálpa arbeiðsleysum skjótari aftur á arbeiðsmarknaðin
 
- Tryggja eitt rættvísari útrokningargrundarlagið í fiskavirkisskipanini
 
- Lata ALS-skipanina upp fyri fiskimenn og útisiglarar