Í morgun 18. mars setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tiltakið “Ferðavinnan á veg”, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.
Í røðu síni segði landsstýrismaðurin m.a. at ferð av álvara er komin á ferðavinnuna seinastu árini, síðani játtanin til ferðavinnuna varð hækkað. Miðvísa marknaðarføring hjá Visit Faroe Islands hevur givið úrslit. Talið av gistingum og samlaði umsetningurin í ferðavinnuni eru voksin munandi, og ferðavinnan stendur í dag fyri næstan 10 prosentum av samlaða útflutningvirðinum.
Skal menningin í ferðavinnuni halda fram, er neyðugt við fleiri og meiri fjøltáttað tilboð at bjóða ferðafólki. Eisini er neyðugt at taka atlit til náttúruna. Ein arbeiðsbólkur er tí settur, sum skal gera eina menningarætlan fyri ferðavinnuna innlendis í Føroyum. Arbeiðið verður liðugt í ár og eftir ætlan verður ætlanin sett í verk longu næsta ár.
Røðan hjá landsstýrismanninum
Góðu morgun øll somul.
“Ferðavinnan á veg” hevur Visit Faroe Islands valt at rópa hetta tiltakið. Og ferðavinnan er sanniliga á veg.
Fyri fýra árum síðani valdi politiska skipanin at uppraðfesta ferðavinnuna, tá Løgtingið einmælt samtykti, at ferðavinnan skuldi hava eina munandi hægri játtan.
Hesi fýra árini er ferð av álvara komin á menningina í føroysku ferðavinnuni. Fleiri nýggj gistingarhús og nýggjar matstovur eru komin. Fleiri nýggir aktørar royna seg á ymsan hátt innan ferðavinnuna, og fleiri nýggj tilboð eru til ferðafólk.
Hetta er - sjón fyri søgn – tekin um bjartskygni, áræði og ikki minst dugnasemi hjá tykkum í vinnuni.
Ein týðandi partur av raðfestingini av ferðavinnuni var at fáa fleiri og betri hagtøl til vega. Hagtøl eru avgerandi fyri at kunna leggja eina væl grundaða og miðvísa strategi. Tí neyðugt er at kenna útgangsstøðið og har frá máta, um tú ert á rættari leið. Og tølini tala.
Í 2015 kom talið á gistingum upp um 158.000, og er hetta ein vøkstur upp á 20 prosent sammett við 2013. Umsetningurin í vinnuni er vaksin við sløkum 40 prosentum upp á 3 ár - úr 416 mió. kr. í 2011 upp í 572 mió. kr. í 2014. Og ferðavinnan stendur nú fyri næstan 10 prosentum av føroyska útflutningsvirðinum.
Tað er sjón fyri søgn, at umheimurin av álvara er vorðin varðugur vid, at Føroyar eru: unspoiled, unexplored og unbelievable.
***
Ferðavinnan er millum skjótast vaksandi vinnugreinir í heiminum. Ferðavinnan hevur gjøgnum árini - í heimshøpi - havt ein vøkstur upp á sløk 5 prosent um árið. Og hesin vøkstur verður mettur at halda áfram í mong ár afturat.
Føroyar hava áður als ikki verið partur í hesum vøkstri. Men síðani ferðavinnan, við Visit Faroe Islands á odda, fór at satsa meira miðvíst upp á at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, er ferðavinnan av álvara blivin ein týðandi vinnugrein her heima.
Málið er, at ferðavinnan skal tryggja ein meiri støðugan búskaparvøkstur í Føroyum, tí ferðavinnan skapar nógv fleiri nýggj størv, sammett við aðrar vinnugreinir. Samstundis er ferðavinnan ikki líka so tengd at sveiggjum í konjunkturum, sum aðrar vinnugreinir.
Ein økt ferðavinna vil eisini skapa størri fjølbroytni og kapping um betri og bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum.
Ferðavinnan leggur lunnar undir nýtt fyritakssemi - vit hava fingið nýggjar gistingarmøguleikar, nýggjar matstovur, fleiri mentanarlig tilboð og aðrar tænastur, sum samlað gera tað meira spennandi og stuttligari at liva í Føroyum. Endamálið má vera at skapa eitt meiri fjøltáttað útboð, og at hesi tilboð verða at finna kring alt landið. Ferðavinnan kann harvið kveikja nýtt lív og bjartskygni um framtíðina í útjaðaranum.
Tað er rætt at satsa upp á ferðavinnuna.
Tey góðu árini í ferðavinnuni hava ikki bara verið búskaparliga jalig. Ferðavinnan hevur eisini tað við sær, at vit føroyingar verða meiri tilvitaðir um virðið av okkara egna landi og teimum møguleikum, her finnast, og eggjar soleiðis føroyingum - heima sum úti - at búleikast her og at troyta okkara møguleikar.
***
Eg haldi, at tað er rætt, at vit í fyrstu syftu hava savnað okkum um at marknaðarføra Føroyar úti í heimi. Tí tilvitanin harúti um Føroyar sum ferðafólkaland er ein fortreyt fyri vøkstri innan vinnuna.
Vit eru tó nú komin so mikið áleiðis, at vit eisini mugu savna okkum um at menna ferðavinnuna innanlands.
Tí um vit vilja, at menningin í ferðavinnuni skal halda fram, er neyðugt, at vit fáa fleiri, betri og meiri fjøltáttað tilboð at bjóða ferðafólki. Somuleiðis er neyðugt, at vit duga betri at samskipa ymsu tilboðini og skapa eitt gott og álítandi infrakervi í vinnuni.
Men vit mugu eisini duga at hugsa burðardygt. Hava náttúruna við í tilvitanini um, hvussu vit vilja menna ferðavinnuna í Føroyum og at privati parturin av vinnuni í størri mun luttekur í marknaðarføringini og soleiðis búskaparliga haldførinum. Stutt sagt - vit mugu hava eina ætlan ella ein politikk fyri, hvussu vit frameftir skulu skipa vinnuna.
Eg havi tí sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina ætlan fyri, hvussu vit á skilabestan hátt menna ferðavinnuna innlendis í Føroyum. Bólkurin er farin til verka, og bólkurin er mannaður við fólki úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og umboðum fyri vinnuna, kommunum, Umhvørvisstovuni og kunningarstovunum. Hetta arbeiðið verður liðugt í ár og eftir ætlan verður ætlanin sett í verk longu næsta ár.
Ætlanin kemur at vera í samsvari við nýggju virkisætlanina hjá Visit Faroe Islands soleiðis, at samsvar verður millum tað, vit marknaðarføra og tað, sum vit selja.
Við politikkinum skulu vit tryggja okkum, at vit framhaldandi vera: unspoiled, unexplored og unbelievable.
At enda vil eg ynskja tykkum í ferðavinnuni til lukku við framgongdini. Tað eiga tit stórt rós og heiður fyri. Og við samstarvi, áhaldni og við virðing fyri okkara mentan og umhvørvi, fara tit og vit í politisku skipanini at megna at menna ferðavinnuna frameftir.
Takk fyri!