29.10.2010 · Umhvørvismálaráðið
Temadagur í Norðurlandahúsinum 28. oktober um kvinnuligar íverksetarar
Røða landsstýrismansins í sambandi við setan av temadegi um kvinnuligar íverksetarar
Góðu kvinnur – góðu tit, sum ganga við vinnuhugskotum og tit, sum longu eru komnar í gongd at stovna egna fyritøku.
Íverksetan hevur stóran týdning fyri vøksturin í samfelagsbúskapinum. Hetta er eisini orsøkin til, at OECD javnan ger leiðreglur um, hvussu lond skulu fáa sum mest burtur úr teirra íverksetaratilfeingi.
Góðu kvinnur. At stovna fyritøkur er nakað, sum menn hava gjørt leingi. Nýggj hagtøl vísa, at hvørja ferð menn hava stovnað 30 fyritøkur, so stovna kvinnur eina fyritøku.
Men missið ikki mótið! Kanningar úti í heimi vísa eisini, at eftir fíggjarkreppuna so stovna kvinnur fyritøkur sum ongantíð fyrr. Eg veit ikki, um orðatakið “Neyð lærir nakna kvinnu at spinna” kemur til sín rætt her, men talan er um altjóða fyritøkur, sum klára seg væl. Kanningar úr USA vísa, at fyritøkurnar, sum kvinnur stovna, geva búskaparligan vøkstur til jaligu gongdina í USA í løtuni.
Og hví skulu kvinnur ikki stovna egnar fyritøkur?
Tað er eingin loyna, at menn tíma stak illa at keypa inn? 80% av øllum vørum, sum verða keyptar á konsumentmarknaðinum, er tað kvinnan sum tekur avgerðina um, hvat verður keypt. Og tá kvinnan er tann sum keypir vøruna, hví skal kvinnan so ikki eisini vera tann sum framleiðir og selir vøruna?
Vit hava íslendska vitjan í dag. Íslendingar eru kendir fyri at hava ein jaligan hugburð til íverksetan og verða mettir at vera í heimsklassa, tá tað snýr seg um íverksetan og entreprenørskap. Íslendingar eru eisini kendir fyri at hava jaligan hugburð til javnstøðu. Sum ráðharri bæði í javnstøðu og íverksetan eri eg glaður fyri hesa vitjan og eg vóni eisini, at tit fara at fáa nógv burturúr fyrilestrunum hjá íslendsku kvinnunum.
Eisini hava vit við okkum Juttu Helgadóttir, Ársins íverkseta 2010, og Finn Johansen, Ársins átak 2010. Hetta eru tveir ungir íverksetarar, sum vit øll kunnu vera stolt av. At so bæði koma úr Suðuroy ger meg ikki minni stoltan.
Dagurin í dag er tykkara. Eg fari at ynska tykkum ein góðan dag.
Góðan dag.