Løgtingið hevur yvirtikið telelóggávuna, og tí endurrinda danskir myndugleikar ikki kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð í Føroyum
Telelóggávan er á føroyskum hondum, og tí verða Føroyar sjálvar at gjalda allar útreiðslur í sambandi við, at Løgtingið hevur álagt telefyritøkunum í Føroyum at geva løgregluni størri heimild fyri avlurting.
Hetta er niðurstøðan eftir ein fund í gjár millum Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og Mette Frederiksen, løgmálaráðharra.
Á fundinum umrøddu tey málið um hin sonevnda avlurtingarpakkan og kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til brúk í Føroyum.
Bakgrundin er, at Løgtingið á vári í 2014 samtykti broytingar í føroysku telelóggávuni, sum áleggur føroysku telefyritøkunum at rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til nýtslu hjá løgregluni. Í tí sambandi heitti Løgtingið á landsstýrismannin um at taka málið upp við ríkismyndugleikarnar, soleiðis at føroysku telefyritøkurnar kunnu fáa útreiðslurnar endurgoldnar frá ríkismyndugleikunum.
Niðurstøðan á fundinum er, at útreiðslurnar kunnu ikki endurgjaldast, eins og Løgtingið ynskir.
Grundgevingin er í tveimum. Í fyrsta lagi er telelóggávan føroyskt málsøki, og tí hava danskir myndugleikar ikki fíggjarliga ábyrgd av málsøkinum. Í øðrum lagi er skipanin í Danmark og í ES hon, at telesamskiftisveitarar sambært lóg rinda kostnaðin av at seta upp avlurtingarútgerð til nýtslu hjá løgregluni.
- Boðskapurin frá donskum mynugleikum er væl kendur. Man má gera sær greitt, at allar yvirtøkur kosta, og soleiðis er eisini í hesum máli. Vald og gjald fylgjast, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.