17.11.2015 · Umhvørvismálaráðið

Talgildu Føroyar farnar av bakkastokki

Talgildu Føroyar farnar av bakkastokki

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Árni Ellefsen, formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar hava í dag undirskrivað avtalu um samstarv um felags talgildan samleika fyri Føroyar.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2016 er játtanin til Talgildu Føroyar 10 mió. kr., og í avtaluni stuðla peningastovnarnir verkætlanini við upp til 9 mió. kr.

Talgildu Føroyar er verkætlan at talgilda almennar tænastur og mannagongdir, so borgarar og virkir kunnu avgreiða teirra viðurskifti talgilt - eitt nú um portalar.

Fyrsta stigið í Talgildu Føroyum er at gera ein talgildan samleika, ið er ein persónligur lykil at nýta at innrita og undirskriva, tá ið borgarar avgreiða síni viðurskifti talgilt. Málið er, at borgarar kunnu nýta ein og sama lykil at avgreiða øll viðurskifti - bæði hjá tí almenna og hjá privatum fyritøkum.

Við avtaluni fara landsstýrið og Felagið Føroyskir Peningastovnar undir eina royndarverkætlan, ið verður liðug til várs. Gongst sum ætlað fara partarnir tá undir at menna eina lidna loysn fyri talgildan samleikan.

- Talgildu Føroyar fara at gera gerandisdagin einfaldari og smidligari hjá borgarum og virkjum og skapa skynsamari rakstur. Verkætlanin fer eisini at hava við sær, at føroyska KT-vinnan verður ment og at nýggj størv verða skapt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Tí gleðir tað meg, at vit hava fingið hesa avtalu í lag við peningastovnarnar, og at tey eru við til at lyfta uppgávuna at talgilda og flyta okkara samfelag fram á leið.

Les meir um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo

Meir fæst at vita við at venda sær til Nicolai M. Balle, verkætlanarstjóra á tlf. 792424, nicolai.balle@gjaldstovan.fo