Farið verður nú undir forkanning til talgilda innlating til tinglýsingina. Hetta er týðandi stig í gongdini at menna eina fult talgilda tinglýsing, sum fer at lætta munandi um hjá borgarum og hjá vinnuni.
Tað er eitt stórt arbeiði at fyrireika talgilding av einum stovni sum tinglýsingini, sum skjalprógvar hvør eigur hvørja einastu tinglýsta ogn í landinum og 1,1 millión kr. verða játtaðar til forkanningina. Skottryggar mannagondir og einsháttaðar og tryggar skrásetingar eru avgjørdar fortreytir fyri, at alt verður skrásett, sum skal skrásetast, hvørki meira ella minni, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.