Svar uppá § 52a-fyrispurning nr. 55/2015 frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um lúsateljingar á alilaksi
Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær verður uppskot um broytingar í djórasjúkulógini broytt soleiðis, at úrslit av lúsateljingum á alilaksi regluliga verða løgd fyri almenningin?
2. Hvørjar eru høvuðsgrundgevingarnar fyri hesi fráboðaðu broyting?
3. Hvør grein ella hvørjar greinar í djórasjúkulógini verða broyttar í hesum sambandi?
4. Kann roknast við øðrum broytingum í djórasjúkulógini?
5. Hvørjir verða høvuðstættirnir í viðmerkingunum til lógina?
6.Hvørjar skipanir hava onnur lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, á aliøkinum, tá tað snýr seg um almannakunngering av lúsateljingarúrslitum?
7. Heldur landsstýrismaðurin at tamarhald er á lúsatrupulleikunum í alivinnuni í Føroyum?
Svar:
Ad. 1. Hugsanin um, at úrslit av lúsateljingum skulu leggjast fyri almenningin kom upp undir arbeiðinum við at endurskoða lúsakunngerðina, og hvussu lúsateljingar skulu gerast. Skulu lúsatølini almannakunngerast, krevst greið heimild í djórasjúkulógini, og uppskot um broyting í djórasjúkulógini verður lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Ad. 2. Høvuðsgrundgevingarnar fyri eini almannakunngering eru, at alarar betri kunnu skipa sítt arbeiði at tálma laksalús, um so er, at alarin kennir smittutrýstið (t.e. í hesum føri talið av kynsbúnum kvennlýs) frá grannaalibrúkunum. Harafturat verða hesar upplýsingar mettar at hava áhuga hjá teimum, ið fiska, bæði á firðum, áum og vøtnum, og eisini fyri borgarar í Føroyum sum heild.
Ad. 3. Ítøkiliga lógararbeiðið er ikki byrjað enn, og tí ber ikki til at siga, júst hvørjar ásetingar í djórasjúkulógini verða broyttar.
Ad. 4. Ætlanin er at gera líknandi áseting fyri medisinskar viðgerðir í alibrúkum. Hetta við somu grundgeving sum við lúsatølum.
Ad. 5. Víst verður til svarið til pkt. 3 omanfyri.
Ad. 6. Í Noregi eru lúsatølini almenn sum eitt miðaltal fyri øll alibrúkini í hvørjum landsluti (región) sær. Við at venda sær til myndugleikan (Mattilsynet) ber til at fáa innlit í lúsatølini fyri hvørt einstakt alibrúk.
Ad. 7. Lúsatrupulleikin er avgjørt størsti trupulleiki í føroysku alivinnuni. Sama ger seg galdandi í hinum stóru laksaframleiðandi londunum. Alararnir gera eitt stórt og kostnaðarmikið arbeiði fyri at tálma trupulleikanum. Tey alibrúk, sum hava serliga stórar trupulleikar við lús, fáa álagt at slakta laksin og/ella at seta færri smolt í í næstu útseting.
Um støðuna viðv. laksalýs í Føroyum er annars at siga, at samlaða talið av kynsbúnum kvennlýs í desember 2015 var meira enn tvær ferðir so høgt sum árið fyri. Síðani februar 2016 lúsatalið verið á áleið sama støði sum undanfarin ár.
Poul Michelsen
landsstýrismaður