Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag hitt suðurkoreanska sendiharran í Keypmannahavn, Jai-chul Choi.
Teir umrøddu, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Suðurkorea kunnu mennast – serliga á handilsøkinum. Fyrr í ár minkaði tollurin á føroyskum vørum í Suðurkorea munandi, men hann er framvegis hægri enn tollurin á vørum úr grannalondunum Íslandi og Noregi.
“Tí hevur Suðurkorea høga raðfesting á uttanríkispolitiska økinum. Vit arbeiða tískil við einum felagsskjali, sum skal vera grundarlag undir framtíðar samstarvi millum Føroyar og Suðurkorea,” sigur Poul Michelsen.
“Sendiharrin segði seg vera hugtiknan av føroyskum vinnulívi og eg vóni, at vitjanin kann leggja lunnar undir, at føroyskar vørur fáa fótin fastan á koreanska marknaðinum, sum telur 50 mió. fólk.”
Á fundinum kunnaði Jai-chul Choi eisini um spentu støðuna á koreansku hálvoynni, og Poul Michelsen nýtti høvi at greiða frá stjórnarskipanini, fiskivinnunýskipan, ferðavinnu og búskaparpolitikkinum hjá landsstýrinum. Sendiharrin vísti eisini ans fyri ætlanunum at gera Føroyar til ein maritiman tænastudepil, og vísti á samstarvsmøguleikar í tí sambandi, nú økt ferðsla er gjøgnum siglingarleiðirnar í Arktis, sum stytta um teinin millum Føroyar og Suðurkorea.
Á vitjanini í Føroyum skal sendiharrin eisini vitja Vinnuhúsið, skipasmiðjuna MEST, Varðan, Havsbrún, Pelagos og Bakkafrost.