07.03.2025 · Umhvørvismálaráðið

Stuðul til viðarvøkstur 2025

Stuðul til viðarvøkstur 2025

Umhvørvismálaráðið umsitur eina játtan á 600 tús. kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.

Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul. 

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.

Freistin at søkja um stuðul er mánadagin 24. mars 2025.

Umsóknir skulu sendast til: umhvorvi@umhvorvi.fo ella til Umhvørvismálaráðið, Gongin 7,  100  Tórshavn