24.11.2014 · Umhvørvismálaráðið

Strategisk greining av norðurlendska arbeiðsmarknaðinum

Norðurlendska samstarvið á arbeiðsmarknaðarøkinum skal styrkjast enn meira.

Tað halda norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnir, sum á fundi í Keypmannahavn hósdagin samdust um at seta í verk eina nágreiniliga greining av norðurlendska arbeiðsmarknaðinum.

Johan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, tók fram serliga týdningin, sum norðurlendski arbeiðsmarknaðurin hevur fyri Føroyar:

Føroyar eru uttanfyri ES/EBS, og Føroyar eru tí ikki sum hini norðurlondini partur av felags ES/EBS – arbeiðsmarknaðinum. Felags norðurlendski arbeiðsmarknðurin hevur tí ein serligan týdning fyri Føroyar, og vónandi kann greiningin hava við sær, at vit politiskt kunnu fáa enn meira burturúr samstarvinum, sigur Johan Dahl.

Strategiska greiningin skal sambært norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrunum viðvirka til størri bindandi samstarv og skal viðgera:

  • ·        møguligar fyrmunir fyri sektorin av samstarvi í sambandi við ES/EBS- mál
  • ·        møguligt samstarv á arbeiðsmarknaðarøkinum um onnur altjóða mál, t.d. innanfyri OECD og ILO
  • ·        størri fokus á felags norðurlendsk stig, sum hava tilknýti til málsetningarnar á arbeiðsmarknaðarøkinum og sum fremja arbeiði og lágt arbeiðsloysi, innkluderandi arbeiðslív og gott arbeiðsumhvørvi
  • ·        leiklutin, sum trýpartasamráðingar hava á norðurlendskum stigi

Greiningin er tann triðja í eini røð á norðurlendskum stigi. Fyrst kom sonevnda Stoltenberg-frágreiðingin um samstarvsmøguleikar í norðurlendska verju- og trygdarsamstarvinum (2009), sum fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorvald Stolteberg, skrivaði. Harnæst kom Kønberg-frágreiðingin, sum greining av norðurlendska heilsusektorinum (20149, sum fyrrverandi svenski almannaráðharrin, Bo Kønber, skrivaði.