30.09.2014 · Umhvørvismálaráðið

Strandfaraskipini sigla fleiri dagar

Strandfaraskipini sigla fleiri dagar

Strandfaraskipini fara komandi ár at sigla fleiri dagar.

Tað leggur fíggjarlógin fyri 2015 upp til.
Í ætlanini hjá Vinnumálaráðnum og Strandfaraskipum Landsins er raðfest, at næsta ár skulu strandfaraskipini sigla um páskirnar og á jólum. Ítøkiliga skulu skipini sigla ein dupulttúr langafríggjadag, páskadag og fyrsta jóladag. Higartil hevur eingin sigling verið hesar dagar.  

Vinnumálaráðið raðfestir eisini siglingina til Mykinesar hægri. Eftir ætlan skal Jósup sigla til eftir heystfrítíðina komandi ár. Í ár hevur hann bara siglt til 1. september og so aftur í heystfrítíðini.   

-      Fyri brúkaran hevur tað stóran týdning, at strandfararskipini sigla oftari. Allir borgarar í landinum skulu hava somu møguleikar at koma til og frá meginøkinum. Raðfestingar komandi ár eru fyrsta stig á leiðini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið hevur ábyrgdina av samferðsluni í Føroyum, herundir Strandfaraskipum Landsins.