Landsstýriskvinnan hevur brúkt aðru arbeiðsviku sína til eisini at vitja stovnar, feløg og verkætlanir, ið Vinnumálaráðið á ymiskan hátt hevur tilknýti til.
Umframt at vera við í at loysa seinastu ivamálini í samgonguavtaluni hevur Bjørt Samuelsen brúkt seinastu viku at vitja stovnar og feløg og kunna seg um verkætlanir, ið fara at liggja undir hennara málsøki sum landsstýriskvinna.
Vitjað hevur verið á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki, har greitt varð frá framtíðar ætlanum fyri stovnin, og hvørji mál, Landsverk hevur sett sær fyri at veita borgarum og politisku skipanini enn betri tænastur. Bjørt fegnast um tað góða innlit, hon hevur fingið í henda stovn, ið er tann størsti undir Vinnumálaráðnum. Við sær fekk hon eintak av samferðsluætlanini, ið fer at mynda kjakið um samferðsluútbygging í Føroyum nógv frameftir.
Vitjan á Fiskaaling
Á vitjan á Fiskaaling greiddu nevndarformaðurin, stjórin og granskingarleiðarin frá søguni og virkseminum hjá Fiskaaling. Fiskaaling hevur seinnu árini serliga lagt seg eftir at granska innan
- nýggj fiska- og skjeljasløg v.m.,
- nýggja ali- og kunningartøkni og
- gen- og biotøkni
Bjørt heldur, at Fiskaaling kann vera eitt týðandi amboð til at fremja ætlanina í samgonguskjalinum um, at Vinnumálaráðið skal skipa fyri, at vinnan og almenni myndugleikin fara undir vinnurelateraða gransking í nógv størri mun enn nú.
Bjørt hevur eisini vitjað Íverksetarahúsið í Klaksvík, har hon hitti nevndina, stjóran og umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Eik Bank og vinnulívsáhugað.
Bjørt er hugtikin av, hvussu langt Íverksetarahúsið er komið at gera ein veruligan íverksetaradepil, og hvussu víðfevnt teirra samstarv er bæði innan- sum uttanlands og ikki minst við vinnuna.
Fríggjadagin 15. februar hitti landsstýriskvinnan nevndarformenninar og stjóran í Vágatunnilin P/F og Norðoyatunnilin P/F og fekk greitt frá um gongdina við tunlunum, ferðsluliga og fíggjarliga. Størstu avbjóðingarnar hjá nevndunum vóru at tryggja best møguligan rakstur og dagføring av trygd í tunlunum. Spurningar um framtíð, eitt nú um fyrimunir og vansar við samanlegging av feløgunum í eitt felag vórðu leysliga umrøddir.
Seinni sama dag kom nevnd og stjórar í P/F Skálafjarðartunnilin á fund við landsstýriskvinnuna at greiða henni frá um ætlaðu tunnilsgerðina, og hvussu langt felagið var komið við sínum fyrireikingum. Framløgan var kunnandi og greið, og landsstýriskvinnan vissaði P/F Skálafjarðartunnilin um, at landsstýrið hevði stóran áhuga í, at hetta samband varð framt, og hon fer tí í nærmastu framtíð at seta út í korti, í hvørjari skipan tað skal fremjast.
Landsstýriskvinnan leggur stóran dent á hesar vitjanir og ætlar at fara víðari og eisini vitja í vinnuni. Vitjanirnar geva henni týdningarmikið innlit og fatan av, hvørjar avbjóðingar alt virksemið undir ráðnum hevur dag um dag og í framtíðini. Skulu Vinnumálaráðið og stovnarnir og feløgini undir ráðnum virknari draga somu línu, hevur tað alstóran týdning at fremja hesar vitjanir.