Taravinnan er í stórum vøkstri í heiminum, og væntandi kann tari eisini gerast stór vinna á okkara leiðum, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, í framløgu á norðurlendsku taraverkstovuni ALGET, sum er í iNOVA í hesum døgum. ALGET er eitt netverk millum granskingarstovnar og fyritøkur, ið virka fyri vinnuligari taraaling og vøru- og marknaðarmenning.
Enn verður nærum eingin tari framleiddur á okkara leiðum, men útlitini eru góð fyri stórari framleiðslu í framtíðini. Í fjareystri, har 99% av framleiðsluni fer fram, er framleiðslan av aldum tara vaksin úr 7 mió. tonsum í 1997 til oman fyri 25 mió. tons í 2015.
Nýtslumøguleikarnir av tara eru nógvir. Tari er avbera sunnur matur. Stórur partur av framleiðsluni fer mest sannlíkt at fara beinleiðis til matna ella virkaður til at brúka saman við øðrum matvørum. Eisini kunnu hágóðskuvørur vinnast úr tara til heilivág, smyrsl og íðnaðarvørur. Menning av heilt nýggjum taravørum er væl ávegis, og umhvørvisvinarligt plast, grønt brennievni, fóður og tøð eru millum mongu vørurnar, ið vit kunnu vænta at síggja í framtíðini.
Grundarlag kann tí vera fyri einari heilt stórari vinnu, eisini á okkara leiðum. Bara í Noregi meta granskarar, at framleiðslan kann vaksa upp í 20 mió. tons áðrenn 2050. Spurningurin er tí ikki, um taraídnaður verður veruleiki, men nær og hvussu.
Karmar fyri aling av tara
Fiskaaling granskar í bæði aling av tara og í nýtslu av tara í fiskafóðuri. Í tvørfakliga umhvørvinum í iNOVA kunnu granskarar frá nógvum ymiskum vísindagreinum, kokkar og aðrir mennarar eins og vinnufyritøkur koma saman og leggja lunnar undir framtíðar taravinnu.
Samgongan hevur sett sær fyri at uppraðfesta vinnugransking, og vinnan skal eggjast til at vera við til at gjalda eftir “krónu fyri krónu”-leistinum.
Umráðandi er eisini, at lógarkarmarnir verða dagførdir, so at teir taka atlit bæði til verandi fiskaaling, og eisini til aling av nýggjum djórasløgum og tara. Alilógin verður nú endurskoðað, m.a. fyri at skapa greiðari karmar um aling av tara og skeljadjórum.
Alilógin fevnir um alla aling, men kunngerðir og umsitingarlig siðvenja eru gjørd við laksaaling í huga, og tað er tí viðkomandi at greina, hvørt hesar skulu vera øðrvísi fyri onnur sløg av aling.
Arbeiðsbólkurin, sum endurskoðar lógarverkið kring aling, skal verða liðugur við sítt arbeiði um ársskiftið, so at nýggja alilógin kann leggjast fyri tingið til várs.
Framløgan kann takast niður her