13.05.2019 · Umhvørvismálaráðið

Stór sendifólkavitjan í Føroyum

Stór sendifólkavitjan í Føroyum

Í dag og í morgin vitjar útlendska sendifólkaliðið í Danmark í Føroyum. Talan er um sendifólk úr 40 ymsum londum. Uttanríks- og vinnumálaráðið skipar saman við danska uttanríkisráðnum fyri ferðini og í morgun greiddi Poul Michelsen, landsstýrismaður, frá um føroysk uttanríkisviðurskifti.

Skráin fyri dagarnar er umfatandi. Sendifólkaliðið hevur hitt løgmann, landsstýriskvinnuna í í fíggjarmálum, Niels Vinther í Vinnuhúsinum og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands. Eisini verður undir ferðini vitjað á Listasavninum, í Kirkjubø, hjá Bakkafrosti, í Runavík og skipað verður fyri eini útferð.

Vitjanin í Føroyar endar mikudagin á middegi.