Í hesum døgum verða fyrstu stigini tikin til eina skipaða integrasjónslóggávu í Føroyum, sum fevnir um at tillaga treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað krevur, at eitt skikkað undirvísingartilboð í føroyskum sum fremmandamáli og føroyskum samfelagsviðurskiftum verður ment.
Útlendingar eru nú ein sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum, og gongdin seinastu 20 árini vísir, at fólkasamansetingin í Føroyum broytist spakuliga, tí talið av útlendingum er vaksandi.
Høvuðsorsøkin er serliga arbeiðsmegi úr ES-londum, men støðugt fleiri fólk úr Asia og Afrika flyta eisini til Føroya at búgva og virka. Eingin ivi er um, at nógvir fastbúgvandi útlendingar í Føroyum fella væl til og trívast væl í føroyska samfelagnum. Tey eru virkin, opin og forvitin, og hava ein skarða av fólki rundan um seg, ið geva teimum góðar karmar at virka í. Men í øðrum førum riggar integrasjónin illa, og óloystu avbjóðingarnar eru bæði nógvar og fjølbroyttar, sum skulu í størstum álvara.
Í hesum sambandi hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivað eina støðulýsing av integrasjónsøkinum, har mælt verður til nøkur átøk at fara undir skjótast tilber. Støðulýsingin kann lesast her.