Um Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið er almennur stovnur, sum hevur til uppgávu at veita dygdargóðar tænastur til føroyska sjóvinnu, landsins myndugleikar og altjóða áhugabólkar. Stovnurin varðar av økjunum trygd á sjónum, manningarviðurskiftum og skipaskráseting, undir hesum Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS).
Arbeiðsøkið
Høvuðsuppgávurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru m.a. ábyrgd av regluverkinum, sum ásetir krøv til skip og bátar í føroysku skipaskráunum, og hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Eisini gevur stovnurin út vinnubrøv, manningarskjøl og onnur skjøl til skip og bátar. Stovnurin fylgir við, hvat hendir á altjóða pallinum innan økið, eitt nú í altjóða felagsskapinum IMO.
Umframt hetta hevur stovnurin til uppgávu at marknaðarføra FAS-skipanina uttanlands og arbeiða fyri, at sjóvinna verður ein enn meira týðandi partur av føroyskum vinnulívi.
Um starvið
Stjórin hevur ábyrgd av at leiða, reka og menna stovnin í samstarvi við starvsfólk stovnsins. Saman við Vinnumálaráðnum skal stjórin skipa fyri langtíðarætlanum fyri stovnin og fyri leiklutinum hjá stovninum í menningini av sjóvinnuni sum heild.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har nógv samskifti er við borgarar, vinnu og myndugleikar, bæði í Føroyum og uttanlands.
Stovnurin veitir landsstýrismanninum í vinnumálum ráðgeving innan økið, og arbeitt verður tí í tøttum samstarvi við Vinnumálaráðið.
Krøv til umsøkjarar
Vit vænta, at tú hevur visiónir fyri stovnin, sjóvinnuøkið og framhaldandi menning av FAS, hevur góð leiðara- og samstarvsevni, ert arbeiðssamur og dynamiskur og megnar at skapa eitt stimbrandi umhvørvi fyri starvsfólk stovnsins.
Vit vænta , at tú hevur hóskandi hægri útbúgving og viðkomandi royndir. Tú hevur kunnleika til økið og til føroyska vinnu sum heild. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur altjóða royndir á økinum. Tú dugir væl at samskifta skrivliga og hevur góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at talan er um tænastumannastarv, og eftirlønargjaldið er 15%. Setanartreytirnar annars verða skipaðar í stjórasáttmála. Starvsheitið er stjóri, og tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið. Setanarøkið er Vinnumálaráðið og hini stjórnarráðini, umframt stovnar undir ráðunum.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast Vinnumálaráðnum, Tinganes, postsmoga 377, FO-110 Tórshavn ella til vmr@vmr.fo.
Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinsta lagi mánadagin 23. november 2012.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnleyg Árnafjall, aðalstjóra, á telefon 306600 ella við telduposti til gunnleyga@vmr.fo.