19.11.2009 · Umhvørvismálaráðið

Stjóri til Jarðfeingi

Søkt verður eftir stjóra til Jarðfeingi

Arbeiðsøki
Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum eru at:
  • Fyrisita kolvetnisleiting á føroyskum øki
  • Kortleggja, savna og varðveita jarðfrøðiligt tilfar umframt at granska, ráðgeva og kunna um jarðfrøðilig evni og viðurskifti
  • Standa fyri og luttaka í vísindaligum kanningararbeiði av týdningi fyri ásetan av landgrunsmarki og fyri gagnnýtslu av ráevnum
  • Ráðgeva Vinnumálaráðnum í elveitingarmálum
  • Virka fyri øktum kolvetnisvirksemi og -íløgum, umframt røkja uppgávur av líknandi slagi
Førleikakrøv
Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at tey m.a. hava:
  • Hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni
  • Leiðsluroyndir innan almenna ella privata umsiting
  • Royndir innan arbeiðsøkini hjá stovninum
  • Góðar samstarvseginleikar umframt mennandi leiðslustíl
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi.
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Vinnumálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Starvið verður lønt ájavnt við 38. lønarflokk hjá Tænastumannafelag Landsins, men uttan at talan er um tænastumannastarv. Viðvíkjandi setanartreytum annars, verður víst til avvarðandi sáttmála.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið, Tinganes, Postboks 377, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu verða Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2009 kl. 15.00.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum, tlf. 306600.
Jarðfeingi
  • Er stovnur undir Vinnumálaráðnum og verður hann skipaður sambært reglugerð. Stovnurin fyrisitur kolvetnisvirksemi. Fyrisitingarligu uppgávurnar fevna m.a. um: eftirlit við leitivirkseminum eftir kolvetni, fyrireiking av útbjóðingarumførum og uppskot um dagføring av lógarverki.
  • Er vísindaligur kanningarstovnur. Ein av høvuðsuppgávunum hjá stovninum er at savna og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.
  • Er ráðgevandi hjá Vinnumálaráðnum í elveitingarmálum og luttekur í verkætlanum við tilknýti til elveiting.
  • Virkar fyri at økja kolvetnisvirksemið v.m.
Tilsamans 28 fólk arbeiða á stovninum.